Norðoya Sambandsfelag hevði í kvøld fund um politisku støðuna, nú ætlanin er at gera Føroyar til eitt valdømi
Tíðindaskriv frá Norðoya Sambandsfealg
Felagið staðfestir
at verður uppskotið hjá Edmundi Joensen, um Føroyar sum eitt valdømi, samtykt av Føroya Løgtingið, missa lokalfeløgini politiska ávirkan og harvið áhugað fyri at halda fram við politiska virkseminum.
Felagið stendur spyrjandi yvir fyri teimum broytingum, sum ætlanin er at fremja og í hesum sambandi verður tingmanning Sambandsflokksins boðin til fundar mánakvøldið 29. oktober at greiða felagnum frá – hvussu flokkurin/uppstillingin skal skipast um Føroyar gerast eitt valdømi.
Í hesum sambandi verður uppstillingin av løgtingsvalevnum útsett til mánakvøldið 29. oktober.
Norðoya Sambandsfelag




