Sethúsaprísirnir hildu á at hækka síðsta ársfjórðing í fjør. Sostatt gjørdist 2021 enn eitt ár við hækkandi sethúsaprísum. Serliga vóru tað smærru økini, sum hækkaðu lutfalsliga mest í 2021.
Í Eysturoy, Vágum og Suðuroy hækkaðu prísirnir millum 19,5 og 25%, meðan hækkingin var ávíkavist 12% og 9 % í høvuðstaðarøkinum og í Klaksvík.
Miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðstaðnum er nú komin upp á 3,7 mió., meðan miðalprísurin fyri Føroyar var 2,3 mió. í 2021. Í Eysturoynni vóru tað serliga einkultar sølur rundan um Eysturoyartunnilin sum ávirkaðu miðalprísin. Eini miðal hús kosta nú á leið 1,9 mió í Eysturoy, og er hetta ein hækking á 25% í mun til miðalprísin í 2020.




