Eftir áheitan frá Árnafjarðarnevndini samtykti býráðið á býráðsfundinum í síðstu viku, at arbeiðast skal víðari við útstykkingini yvir í gerðunum í Árnafirði. Sum skilst er í hesum umfari talan um eini 8 grundstykki, sum ætlanir eru um at stykkja út.
Staðbundna nevndin fyri Árnafjørð hevur nú virkað í eina tíð, og so smátt er tað farið at merkjast.
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri, sum er formaður í nevndini, upplýsir, at nevndi á fundi í mai mánað samtykti at heita á teknisku umsiting um at arbeiða víðari við útstykkingini yvir í gerðunum, og á býráðsfundinum í síðstu viku samtykti býráðið fyrsta partin av hesum máli.
Fyrst verður neyðugt við eini broyting av byggisamtyktini, har sethúsaøkið verður víðkað, og tað er hetta, sum býráðið nú hevur samtykt. Síðani skal tað liggja frammi til alment eftirlit og góðkennast av landsstýrinum, áðrenn broytingin kann fáa formligt gildi.




