Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Setið systkinaavsláttur í verk nú

John William Joensen

Nevndin í Norðoya Javnaðarfelag staðfesti á fundi mánakvøldið tann 6 apríl, at enn er systkinaavslátturin í barnaansingini ikki verðuleiki.

Treytin hjá Javnaðarumboðunum í býráðnum at atkvøða fyri at hækka skattaprosenti var, at systkinaavsláttur var settur í verk innan barnaansingina í Klaksvík frá 1 januar 2009.

Tí heitir nevndin á býráðsumboðini at strongja á og fáa skipanina setta í verk, frá 1 januar at rokna, skjótast gjørligt.

Á fundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Signhild Joensen forkvinna
Tummas Lervig næstformaður
Søren Olsen kassameistari
Eyðgunn Samuelsen skrivari
Dora Joensen nevndarlimur