Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Setrið á ferð: Almennur fyrilestur í Klaksvík týskvøldið

Oliver Joensen

Í annaðkvøld verður áhugaverdur fundur í Atlantis í fundarrøðini "Setrið á ferð". Tað verður Malan Marnersdóttir, ið vitjar hesaferð.


Sekstandi fyrilesturin í røðini verður í Mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík týskvøldið 17. januar klokkan 20. Tá fer Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum á Føroyamálsdeildini, at halda fyrilesturin Kvinnur og kvæði
 
Eru serlig kvinnukvæði? Hava tey kvæði, sum konur kvóðu fyri kvæðasavnarunum, serlig eyð­kenni? Hava kvinnurnar í kvæðunum, sum hesar konur kvóðu, serligar leiklutir? Hesir og aðrir spurningar verða lýstir í fyrilestrinum Kvinnur og kvæði. Ein fimtingur av informantunum, t.e. tey sum skrivaðu og kvóðu fyri teimum, sum savnaðu kvæðini í Føroya kvæðum, eru konufólk. Tær kvóðu millum eitt og seks kvæði fyri uppskrivaranum, til samans eru 52 ymisk kvæði uppskrivað eftir konur.
 
Fyrilesturin viðger repertoirið hjá trimum vágskonum: Birthe Sofie Jacobsdatter, Birita á Mýri 1805-79, Anne Sofie Joensdatter á Skála 1822-63 og Kristjane Schröder 1802-73.Birita og Anna Sofía kvóðu fyri V. U. Hammershaimb í 1848. Kristianna skrivaði sjálv síni kvæði niður. Tey flestu av hesum kvæðum standa saman við teimum, sum Svabo, Jóhannes í Króki, dr. Jacobsen og fleiri savnaðu, í kvæða­savn­inum Føroya kvæði.
 Malan Marnersdóttir er útbúgvin bókmentafrøðingur frá Universitetinum í Keypmannahavn. Í 2002 vardi hon doktararitgerðina Hvør av øðrum við Universitetið í Århus. Hon var tilnevnd professari í bókmentum 1. apríl 2004.