Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Settu starvsfelagaða í leiðarastarv

John William Joensen

Í gjár kunngjørdi leiðslan í Kringvarpinum at Liljan Weihe, eftir innstilling frá setanarbólki, var sett í fast starv sum leiðari fyri tíðindadeildina í Kringvarpinum. Starvið var annars áramálssett. Sum skilst var setanarbólkurin mannaður av starvsfelagum hjá umsøkjaranum.

Fýra onnur høvdu søkt starvið men starvsfelagarnir,Johan Mortensen, Óluva Zachariasen, Kári Sólstein og stjórin Dia Midjord,sum øll dagliga starvast saman við umsøkjaranum,avgjørdu at tíðindaleiðarin var tann rætta at halda fram í starvinum.

Øll í setanarbólkinum starvaðast í útvarpinum og hava lítlar og ongar royndir frá sjónvarpi.

Tá verandi tíðindaleiðari bleiv sett í tíðaravmarkað starv var allur leiðslubólkurin í Kringvarpinum pluss fakfeløgini við í setanarbólkinum, og eksternur vegleiðari var inni og metti teir aktuellu kandidatarnar. Nú er tað eitt lívsstarv – og tað gekk bert stutt tíð frá tí at freistin at søkja var úti til fráboðan kom um at starvið var sett.

Harleyfacadeacryl