“Hvat um avmarkandi tiltøk móti fiskiveiði í onkrum førum í roynd og veru skaða vinnuna og harvið samfelagsbúskapin, uttan at bøta nakað í fiskastovninum?”
Búi Tyril, ið ofta hevur skrivað “politiskt ókorrektar” greinar um fiskivinnuna, roynir seg nú aftur við penninum. Undir yvirskriftini “Kappast móti kópi á ójøvnum føti” reisir hann spurningin, um avmarkingar í veiðitrýstinum eru nakar fyrimunur fyri fiskastovnarnar.
“Sjálvandi er fiskur eitt avmarkað tilfeingi – men hvussu nógv eyka skal tilfeingið avmarkast, serliga tá havt verður í huga, at talan er um eitt tilfeingi sum endurnýggjar seg á hvørjum ári, um ikki umstøðurnar í havumhvørvinum broytast avgerandi til tað verra,” sigur hann.
Eisini spyr Búi, um tað er eitt endamál í sjálvum sær, at øll tilfeingisrentan skal súgvast úr vinnuni yvir í ta politisku skipanina?




