Næmingarnir í Viðareiðis Skúla hava verið í seturskúla í gjár og farna samdøgrið. Teimum nýtist ikki langa leið at finna hugna og stuttleika. Øll hava tjaldað uttanfyri skúlan, sum er eitt vakurt og barnavinarligt økið.
Næmingarnir í Viðareiðis Skúla hava verið í seturskúla ígjár og farna samdøgrið. Teimum nýtist ikki langa leið at finna hugna og stuttleika. Øll hava tjaldað uttanfyri skúlan, sum er eitt vakurt og barnavinarligt økið.
Sum skilst hevur hesin seturskúlin hildnast avbera væl. Næmingarnir eins og lærararnir hava hugnað sær óført. Umframt hesi, hevur partur av bygdarfólkinum tikið væl undir við hesum og hava vitjað tjaldingarstaðin.
Greinaskrivarin hevur ikki verið á staðnum av góðari orsøk og fær tí ikki gjørt stórvegis meiri lýsing av hesum átakinum. Men myndir tala ofta fyri seg og tað gera tær vist nokk eisini í hesum føri.




