Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SEV heldur settu kósina

Oliver Joensen

Elfelagið ætlar at útbyggja vatn- og vindorkuna, og harumframt er SEV við í menningarverkætlanum innan aldu- og sólorku. Avlopið upp á 27 milliónir krónur í 2004 verður nýtt til neyðugar íløgur í elnetið og varandi orku, sum skal minka CO2-útlátið


 Fíggjarætlanin sum SEV legði fyri 2004 helt, og Elfelagið heldur fram á settu kósini, tá talan er um útbyggingar. Tað er í stuttum niðurstøðan hjá umboðsnevndini, stýrinum og leiðsluni í SEV eftir hálvárliga umboðsnevndarfundin fyri viku síðani.
SEV hevði 27 milliónir krónur í rakstraravlopi í 2004. Avlopið verður flutt til 2005, og tað verður í høvuðsheitum nýtt til at útbyggja elnetið og vind- og vatnorkuna í Eysturoynni. Talan er um neyðugar útbyggingar til tess at nøkta streymtørvin frameftir og fyri at halda elnetið við líka.
Samanumtikið hepnaðist fíggjarárið 2004 væl. Framleiðslan burtur úr vindi og vatni øktist, og samstundis minkaði framleiðslan á motorverkunum. Tað bar við sær, at SEV keypti minni av olju í 2004 sammett við 2003, og hóast oljuprísurin í amerikonskum dollarum var at kalla tann sami sum í 2003, var tað kortini bíligari at keypa olju í 2004, tí dollarkursurin fall. Sostatt vóru oljuútreiðslurnar væl minni í 2004 sammett við 2003.

Varandi orkan útbyggjast
Minni oljunýtsla hevði við sær minni COSEV er eisini við í granskingarverkætlanum innan alduorku og sólorku. Elfelagið stovnaði saman við skotska felagnum, Wavegen, alduorkufelagið, SeWave, sum ger royndir við alduorku. Tað arbeiðið gongur sum ætlað. Í samstarvi við Vestmanna Kommunu hevur felagið høvi at fylgja við sólorkuskipanini hjá vestmenningum.
SEV hevur eisini tikið eitt stig á vetnisøkinum. Felagið hevur skipað samtakið, North Atlantic Hydrogen Association, saman við íslendska felagnum, Icelandic New Energy, og orkumyndugleikunum í Føroyum og Grønlandi. Endamálið við samstarvinum er at menna kunnleikan um vetni. Hesin orkuformur kann gerast ein týðandi partur í framtíðar orkuhøpi.
 Fjarhiti av Sundi
SEV og Tórshavnar Kommuna eiga helvt um helvt av Fjarhitafelagnum, sum veitir húsum í Hoyvík hita frá Brennistøðini á Hjalla, sum higartil hevur nøktað tørvin. Men nú útbyggingin í Hoyvíkshaganum heldur fram, verður neyðugt at fáa meira hita til vega frá Sundsverkinum, og tí skal fjarhitaleiðingin millum Sundverkið og Brennistøðina á Hjalla útbyggjast. Í hesum sambandi hevur SEV avgjørt at seta 2,5 milliónir krónur afturat í Fjarhitafelagið treytað av, at Tórshavnar Kommuna ger tað sama.
Avlopsorkan til fjarhita, sum er tøk á Sundsverkinum, kann hita umleið 2000 sethús alt árið. Um hesi 2000 sethúsini ístaðin skuldu havt miðstøðuhita við gassolju, høvdu tey brúkt seks milliónir litrar av olju um árið. Fjarhitin av Sundsverkinum er sostatt ein háttur at steðga vøkstrinum í oljunýtsluni í Føroyum og harvið tálma COBroytingarnar í viðtøkunum hjá SEV í fjør bóru við sær meira opinleika í felagnum, og tann opinleikan fer Elfelagið í alsamt størri mun at vísa í verki. Í næstu viku fer SEV at senda øllum húsarhaldum og øðrum viðskiftafólkum hjá Elfelagnum ritið, SEV Í ORÐUM OG TØLUM. Í ritinum eru – umframt ársfrágreiðingina og ársroknskapin 2004 – greinar, myndir og talvur, sum lýsa partar av dagliga virkseminum hjá SEV.
 Vinarligastu heilsanir
Hans Tausen Olsen                                         Leivur Hansen                                           Klæmint Weihe                     
umboðsnevndarformaður                                  stýrisformaður                                         stjóri