Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SEV hevur ikki sovið í tímanum

Oliver Joensen

Fyri stuttum setti Norðlýsið spurningin, um Sev hevði sovið í tímanum, nu nógv avfall var, og vatnið kom buldrandi oman Strandará, ímeðan arbeiðið upp á byrgingina í Strandadali ikki var liðugt, og øll vatnmegin tí ikki kundi nýtast í turbinunum á Strond.

Nei, sigur Hákun Djúrhuus, stjóri á SEV. Eg skiljið væl at tit undrast, men projektið á Strond er nevniliga soleiðis samansett, at vit hava eina sera góða avtalu við Klaksvíkar Kommunu. Hendan avtalan hevur við sær, at SEV hevur bundið seg til ikki at brúka byrgingina í Strandadali tóma um summarið. Hetta orsakað av, at Klaksvíkar Kommuna skal kunna taka vatn hagani til drekkivatn um turkur er, sum kemur ikki so sjálvdan fyri hesa ársins tíð.

Aftur fyri fær SEV vatn úr Strandadali frá Klaksvíkar Kommunu. Hetta hevur gjørt, at Klaksvíkar Kommuna er væl fyri viðvíkjandi drekkivatni, tí umframt goymslurnar á Uppsølum og við Ánagjógv, so kann kommunan eisini brúka byrgingina í Strandadali.

So summa sumarum er, at vit fáa vatn frá Klaksvíkar Kommunu um veturin, og kommunan kann troyta okkara byrging um summarið.

Orsakað av hesum, hava vit ikki kunna gjørt tær ábøtur á byrgingina í Strandadali á hásumri, sum eru neyðugar. Beint nú verður byrgingin í Strandadali tú umvæld og tí fer vatnið beint á sjógv eina tíð afturat. Rokna verður við, at umvælingararbeiðið verður liðugt helst um hálvan oktober. 

Vit hava havt og hava eitt gevandi samstarv ið Klaksvíkar Kommunu, leggur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV afturat.

Harleyfacadeacryl