Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SEV hitar Pálshøll

SEV

SEV fegnast um, at Páls Høll verður hitað við avlopshita frá Vágsverkinum, sum harvið hvílir á einum grønum hugburði, hóast talan er um eitt oljurikið verk.

SEV fegnast um, at Páls Høll verður hitað við avlopshita frá Vágsverkinum, sum harvið hvílir á einum grønum hugburði, hóast talan er um eitt oljurikið verk

Í dag letur Pálshøll upp, og skipað verður fyri hátíðarløtu. SEV fegnast um, at fáa møguleikan at hita Pálshøll:

Páls Høll fær avlopshitan frá Vágsverkinum, og SEV fegnast um samstarvið við langhylin í Vági, tí talan er í roynd og veru um ein grønan hugburð í hesi verkætlanini, hóast hitin stavar frá einum oljuriknum verki.

Bæði vatnið í hylinum og hitaskipanin annars eru bundin í eina hitaleiðing frá Vágsverkinum, og sostatt verður oljan á verkinum gagnnýtt nógv betur.

– Tá Páls Høll á henda hátt brúkar avlposhitan, merkir tað, at vit raka tveir fuglar við einum skoti, og grønari fáa vit ikki gjørt tað, tá talan er um olju. Eg ynski annars vágbingum, suðuroyingum, ja øllum føroyingum hartaliga tillukku við langhylinum Páls Høll, ljóðar heilsanin frá Hákuni Djurhuus, stjóra í SEV.

Vágsverkið verður í løtuni útbygt til at nøkta vaksandi elorkutørvin í Suðuroynni, sum veruliga tók dik á seg, tá ið Varðin Palagic fór undir virksemi á Tvøroyri.