Klokkan hálvgum 3 seinnapartin skrivaðu byggifelagið Kanjon og SEV undir sáttmála um at byggja eina nýggja koblingsstøð við gamla Leirvíksvegin tætt við Varmakeldueiði. Tað var í hølunum hjá Kanjon í Klaksvík, at undirskriftirnar vórðu settar á pappírið.
Hákun Djurhuus, stjóri, og Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, skrivaðu undir vegna SEV, og Kjartan Hansen, stjóri, skrivaði undir vegna Kanjon.
“Vit arbeiða við at tryggja Norðuroyggjar við el-orku, men tað sum eisini hevur skumpað hetta arbeiðið í gongd er nógva virksemið í Fuglafirði og útbyggingin av smoltstøðini á Hellunum,” sigur Hákun Djurhuus.
“Vit hava í tí sambandi lagt ein sjókaðal frá nýggju koblingsstøðini yvir til stóru virkini í Fuglafirði,” sigur hann.
Nýggja koblingsstøðin verður bygd beint omanfyri Varmakeldu, og Hákun Djurhuus heldur tað vera positivt, at tað eru útbyggingar av primer-sektorinum, sum nú seta ferð á útbyggingarnar.
Sjálv byggingin av støðini fer at kosta slakar 13 mió. krónur, men við teknisku útgerðini fer støðin at kosta umleið 35 mió. krónur.
Arbeiðið at gera koblingsstøðina byrjar beinan vegin og tað skal verða liðugt 1. september 2017.




