Harley
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SEV setti nógv met í 2015

Danial Viðoy

Útbyggingarnar hjá SEV seinnu árini síggjast nú av álvara aftur í hagtølunum í framleiðsluni. 2015 var besta árið nakrantíð á fleiri økjum

TÍÐINDASKRIV – SEV:

Útbyggingarnar hjá SEV seinnu árini síggjast nú av álvara aftur í hagtølunum í framleiðsluni. 2015 var besta árið nakrantíð á fleiri økjum.

SEV legði 2015 aftur um seg við besta úrsliti nakrantíð á fleiri økjum, og sostatt setti elfelagið fleiri met í fjør.

SEV hevur ongantíð áður framleitt so nógva elorku yvirhøvur, og elfelagið setti eisini met, tá talan er um framleiðslu burtur úr vatnorku og vindorku. 2015 var fyrsta árið, har nýggju vindmyllurnar í Húsahaga vóru í rakstri í eitt heilt ár.

Vatnorkuverkið á Eiði, har nógvar útbyggingar eru farnar fram seinnu árini, setti met í 2015, og vatnturbinan á elverkinum á Strond hevur ongantíð fyrr framleitt so nógv sum í fjør.

Í desember 2015 var elframleiðslan eisini methøg, sammett við øll onnur ár og mánaðir.

Í Vestmannaøkinum var framleiðslan tann hægsta nakrantíð síðani 1982, og oljurikna Sundsverkið framleiddi 46,4 prosent minni í 2015, sammett við 2010, tá ið framleiðslan á Sundsverkinum var tann hægsta nakrantíð.

Niðanfyri sæst yvirlit yvir SEV-metini í 2015.

Framleiðsla Met í 2015 Samanbering Broyting
Elframleiðslan tilsamans 314,4 GWt 305,4 GWt í 2014 9,00 GWt meira
Framleiðslan úr vindorku 55,8 GWt 34,5 GWt í 2014 21,30 GWt meira
Framleiðslan úr vatnorku 133,1 GWt 120,7 GWt í 2014 12,40 GWt meira
Grøn orka tilsamans 188,9 GWt 155,2 GWt í 2014 33,70 GWt meira
Framleiðslan í des. 2015 29,76 GWt 27,62 GWt í 2014 2,14 GWt meira
Eiðisverkið 68,1 GWt 61,8 GWt í 2014 6,30 GWt meira
Vatnturbinan á Strond 4,5 GWt 3,1 GWt í 2014 1,40 GWt meira
Vestmannaøkið 54,8 GWt 54,6 GWt í 1982 0,20 GWt meira
Sundsverkið 93,9 GWt 175,1 GWt í 2010 81,20 GWt minni