Talan er um fast starv hjá SEV, og maskinmeistarin fer fyrst og fremst at arbeiða á elverkinum við Strond
Elverkið á Strond hevur um hendi rakstur og hald av sjálvum elverkinum á Strond, viðlíkahald av teimum fimm smáverkunum á Fugloynni, í Mykinesi, á Skúvoynni, í Koltri og á Stóru Dímun, ið tilsamans hava 14 framleiðslueindir umframt viðlíkahald av mobilaggregatum. Haraftrat eru trý eykaverk, sum eisini hoyra til starvsøkið. Á elverkinum á Strond starvast í løtuni tvey fólk umframt verkmeistaran.
Starvið
Talan er um fast starv hjá SEV, og maskinmeistarin fer fyrst og fremst at arbeiða á elverkinum við Strond, og út frá hesum arbeiðisstaði ferðast hann til hini elverkini eftir tørvi. Serliga summarhálvuna er fitt av uppgávum á útoyggjunum. Talan er um dagarbeiði, tó at tað stundum eisini verða uppgávur uttan fyri vanlliga arbeiðstíð.
Førleikakrøv
Tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv. Koyrikort til persónbil er eisini eitt krav. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir á økinum ella innan líknandi starvsøki.
Løn
Starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Starvið er flokkað í lønarflokki 12.
SEV bjóðar:
- ávirkan á egið arbeiði
- fakliga menning
- viðkomandi skeið
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.
Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Sæmund Tausen, verkmeistara á Strond ella hjá Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, báðir á tel. 346800.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Att: Bergtóra Høgnadóttir
Starv: starv@sev.fo
Umsóknir skulu verða SEV í hendi í seinasta lagi 15. mars 2017.




