Tann persónurin sum hevur verið mest viðgjørdur í fjølmiðlunum seinastu tíðina situr nú og bíðar eftir hvussu leikur ferð
Eftir ætlan skal stýri hjá SEV møtast til fundar í morgin og eftir tí sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum ætlar meirilutin í SEV stýrinum at fáa stjóran loystan úr starvinum.
– Eg veit einki um fundin í morgin og havi heldur ongantíð fingið nakað at vita.
– Eg veit tí ikki hvønn veg eg skal venda og tað er sjálvandi ongantíð stuttligt, sigur ein fámæltur Klæmint Weihe.
– Eg eri til arbeiðis sum vanligt men eg havi ongan hug at koma við viðmerkingum.
Spurdur um hvørja ávirkan tað hevur havt á hann at vera viðgjørdur alment í fjølmiðlunum, er Klæmint fáorðaður.
– Tað er sjálvandi ongantíð stuttligt!
Spurdur um hann hevur nakra viðmerking til skuldsetingarnar sum formaðurin í umsjónarráðnum, Hans Tausen, hevur ført fram í fjølmiðlum, ber stjórin seg undan.
– Eg vil helst sleppa undan at komentera nakað sum helst tí um eg verði sagdur úr starvið á henda háttin verður sjálvandi sakarmál burtur úr.




