Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SEV verður 100 prosent grønt um 14 ár

Helgi Abrahamsen

Í dag og í morgin skipar SEV fyri eina orkuráðstevnu (nevnd 100by2030) í Norðurlandahúsinum.

Í dag og í morgin skipar SEV fyri eina orkuráðstevnu (nevnd 100by2030) í Norðurlandahúsinum.

“Endamálið við ráðstevnuni er at kunna bæði føroyingar og útlendingar um, hvat gongur fyri seg á orkuøkinum, og samtíðis skulu vit taka ímóti hugskotum aðrastaðni frá,” sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.

Høvuðsrøðari á ráðstevnuni er Tony Seba, sum er altjóða viðurkendur framtíðargranskari á Stanford University í California. Hann hevði í morgun eina sera áhugaverda framløgu, sum vit fara at skriva meira um seinni.

Nógv fólk vóru møtt til ráðstevnuna í dag, so stóri salurin í Norðurlandahúsinum var mestsum fullur.

1. Oktober hevur SEV 70 ára føðingardag, og sum tað fleiri ferðir var sagt á ráðstevnuni, so byrjaði SEV við at framleiða 100 prosent grøna orku og málið er, at felagið aftur í 2030 skal vera 100 prosent grønt.

Harleyfacadeacryl