Hendan lítla sevhønan hevur hildið til í fjøruni við Biskupsstøðna. Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingur sigur, at hon helst er komin úr Skotlandi ella kanska eystanífrá.
“Grønbenet rørhøne” verður hon kallað á donskum, føroyska heitið er Sevhøna. Í bókini “Fuglar í Norðurhøvum” verður sagt nakað soleiðis – Hon heldur til á smáum vøtnum og í mýrum í flestum heimspørtum, tó ikki í kaldastu grendum. Norðurmarkið er kvinkað eitt sindur longur norður í seinastu øld… Sevhønur, ið nøkulunda regluliga eru sæddar í Føroyum og Íslandi, t.d. seina tá heysti, kunnu tí vera eystanífrá.




