Sambart fundarbókini hjá SEV-stýrinum var tað SeWave málið sum var ítøkiliga orðsøkin til at meirilutin í stýrinum hjá SEV hevur koyrt stjóran frá.
Sambart fundarfrásøgnini hjá stýrinum fyri SEV er SeWave-málið, ítøkiliga orsøkin til, at meirilutin í stýrinum tók avgerð um at siga stjóran úr starvi.
– Meirilutin metir, at stjórin sum nevndarlimur í SeWave hevur havt høvuðsábyrgdina av viðurskiftum, sum meirilutin ikki metir vera sambærilig við umdømi, sum SEV eigur at hava í samfelagnum og millum teirra, ið SEV samstarvar við, stendur m.a. í fundarbókini hjá Stýrinum.
Kim Durhuus ivaðist í hvat hann hevði samtykt
Eftir at meirilutin í stýrinum fyri SEV hevði lagt grundgevingarnar fram um umsøkn av stjóranum har høvðusdenturin var lagdur á SeWave málið bleiv harðligt stríð millum limirnar í stýrinum.
Poul Arni Jacobsen helt at uppsøgnargrundin var sera vánalig og vísti m.a. á at SeWave fekk nýggja nevnd sum var vald tann 12. mai 2005, har m.a. Kristian Durhus var valdur til nevndarlim. Poul Arni Jacobsen vildi vita um tað var rætt at nýggja nevndin ikki visti nakað um lønarviðurskiftini hjá stjóranum í SeWave fyrrenn í oktober.
Kim Durhuus at teir tóku við tann 12. mai áðrenn uttanlandaferð saman við SEV stýrinum. Hann vísti á at teir vóru ikki kunnaðir um støðuna fyrr enn nakað eftir summafrítíðina men teri fingu ongar upplýsingar frá fráfarandi nevndarlimunum.
Poul Arni Jacobsen svaraði at hann hevði biðið Klæmint Weihe kanna eftir um hann hevði tilfar liggjandi viðvíkjandi SeWave og vísti hann (PAJ) til ymiskt tilfar, herundir fíggjarætlanina. Tað sást av einum telduposti frá 28. juni2005, at . General Salery til stjóran í SeWave var kr. 40.000,00 um mánaðin og leigan kr. 15.000,- um mánðin.
Stjórin í SeWave kunnaði nýggju nevndina um øll viðurskifti
Telduposturin frá Ólavi Gregersen, dagf. 28/6-2005 til Klæmint Weihe og Geordic Sibir freeserve, UK við avriti til Ben Yeats og David Gibb (báðir Wevegen) og Tór Johannesen, Kim Durhuus og Henning Jacobsen.
Av teldupostinum sæst m.a. at lønin til stjóran er kr. 40.000,- um máðaðin (juni-desember) og leigan til samans 15.000 kr.
Kim Durhuus helt ikki at hett rættvístgjørdi tað BP var villeitt í samband við umsókn um stuðul.
Leivur Hansen spurgdi Kim Durhuus um teir ikki vistu at teir høvdu verið við til at samtykt fyrisitingarligu útreiðslurnar á fundi tann 24. juni 2005.
Kim Durhuus segði seg ikki hava fyrireikað seg til at standa skúlarætt á stýrisfundinum um sín leiklut í SeWave og helt fast um at tað var einki sum rættvístgjørdi at SEV-stjórin gekk við til at halda fyrisitingarligu útreiðslurnar uttanfyri fíggjarætlanina í samband við umsóknina til BP.
Orðaskifti er sera hvast um SeWave-málið.
Leivur Hansen vísti á at tað var eyðsýnt at ávísur persónur við vilja hevði latið trúnaðarskjøl út til fjølmiðlarnar. Hann vísti á at roki um felagið byrjar við at onkur hevur áhugað í at skapa øsing og í hesum spælinum vera fjølmiðlarnir brúktir av viðkomandi. Leivur trýr eini uppá at stjórin hevur nakran leiklut í hesum máli sum hevur grundarlag fyri uppsøgn.
Poul Arni Jacobsen vísti á at BP skuldi ikki avgera fyrisitngarligu útreiðslurnar hjá SeWave. Um stuðul verður latin við tí treyt at hesin ikki skal fara til fyrisitingarligar útreiðslur, so má annar penginur brúkast til tað.
Munur er á eini fíggjarætlan fyri felagið og so eini ætlan fyri ávíst projekt.
Meira í blaðnum sum verður í sølubúðunum seinri í dag………..




