Táttur eftir A.J.
Í SVF ein stjóri var,
Sum mentan høgt í huga bar,
Men lítið var av krónum,
tí bar ei til at støðast har
við stórum ambisjónum.
Men skjótt hann slapp at royna flog
Tí eftir honum vóru boð
Frá Føroya Tele stjóra,
Og føroyingar nú slapp hann so
Við massamentan fóðra.
Og fólk tey vóru sera spent,
Nú SVF fekk konkurrent
Í bæði dygd og prísi,
Og pluss-kanalin var jú hent
Hjá hvørjum pornogrísi.
Men snópið varð við canal pluss,
Tí Tróndur spældi øllum puss,
Tá tílíkt er at "síggja",
Hann klippir burtur hvønn ein muss
Og hevur svartan skíggja.
Men unglingar í Havnar bý,
Teir funnu seg als ikki í
At missa alt tað nakna
Og leitaðu á náttartíð
Til ein kommunulækna.
Í meðan fólkið lá og svav
So hart teir lót ganga av
Ein eksplosivan penis
Tá týndist mangt eitt takkarbræv
Í postinum hjá Jenis.
Várt fólkaræði er nú hótt
Av hesi fylgissveinasótt,
Ið neyvan fær ein enda,
Ei verður skilið minni ljótt,
Tá Tróndur fer at senda.
A.J.




