Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sexologurin Joan Ørting kemur til Føroyar

Oliver Joensen

Leygarkvøldið 28. apríl verður kvinnukvøld á Hotel Føroyum. Umframt at kenda sjónvarpskvinnan og sexologurin Joan Ørting heldur fyrilestur, so verður eisini mótasýning o.a. við kendum føroyskum sniðgevum.

Høvi verður nú hjá føroyingum at síggja og hoyra, kendu sjónvarpskvinnuna og sexologin Joan Ørting, tí leygarkvøldið 28. apríl kl. 20.00, heldur Joan fyrilestur á Hotel Føroyum. Fyrilesturin sum ber heitið “Meira av tí góða” er best egnaður kvinnum, og tí hava fyrireikararnir kallað kvøldið “kvinnukvøld”. Joan er ein sera kendur sexologur – umframt at hava brævkassa í Ekstra Blaðnum, so er Joan eisini vertur í vælumtóktu sjónvarpssendingini “Sexskolen”. Sum sagt, so er heitið á fyrilestrinum “Meira av tí góða”, og er tað ein undirhaldandi fyrilestur um driftina og erotikkin millum mann og kvinnu. Joan Ørting fortelur um munin millum tað feminina og tað maskulina, og hvat fyri fyrimunir, vit hvør sær hava. Joan kemur eisini inn á, hvussu vit kunnu broyta ósemjur og líkasælu, til og spenning og erotikk, hvussu vit kunnu koma at kenna okkara egna kyn og mótsatta kyn betur, hvussu vit fáa meira kærleika inn í okkara lív o.s.fr. Umframt fyrilesturin við Joan, so verður eisini mótasýning við tí kendum føroyskum sniðgevum og annað spennandi. Atgongumerkir til tiltakið verður at fáa beint eftir páskir.