Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Seyðabáturin og Seyðabátaneystið

Alex Sólstein

Alt hetta er nú søga, men gamla søgan er áhugaverd

 

(Grein úr blaðnum) 

 

Tá vit dreingir á Vágsheygnum seinast í tríatiárunum, fóru at ganga niðan í Møl ella niðan í Borðoyavík, so var ytsta neystið á suðursíðini av Boroyavík, Seyðabátabneystið, sum stóð á Váðkletti. Hetta neystið við einum seksmannafari í átti Uppsalahagi. Eg fór um dagarnar at hugsa um,  um nakar annar hagi hevði ein seyðabát, men fann ongan í nánd. Men Uppsalahagi er serskiltur frá nærmastu høgunum her norðanfyri, tí har er so nógv ogn, og stórur partur av haganum var feli. Tvs. at kongsið og ognin átti seyðin í felag. Á Uppsølum eru fimtan ein hálv mørk íalt, og bert fýra ein hálv mørk er kongs. So har eru rættiliga nógvir eigarar. Uppsalahagi varð frá gamlari tíð býttur í fýra hagapartar: Líðin, Keldurnar, Taravíkin og Fyri heiman ella (Fosságimbrarnar). Líðin og Keldurnar vóru feli, meðan Taravíkin og Fyri Heiman vóru kenning. 

Eg fari at venda aftur til seyðabátin. Tá uppsalamenn  fóru á fjall í Líðini og Keldum, høvdu teir altíð bát við. Seks mans høvdu ódn í bátinum, meðan fleiri sjálvandi  høvdu ódn í haganum. Eg kann ikki minnast, hvør hevði ódn í bátinum, men vinmaður mín, Sámal Christiansen ella Sámal hjá Barbu, hevðí ódn í bátinum, og onkur av bóndunum hevði ódn í seyðabátinum, har vóru jú seks ódnir. Nú er tað kanska onkur, sum ikki veit, hvat ódn merkir. (ódn merkir ávíst pláss, fjallmaðurin hevur at ganga í haganum undir  rakstri). Tá uppslalamenn fóru á fjall í Líðini, so fóru fjallmenninir til gongu út í Neytadalin og niðan Ytstugjógv og oman í Ritudalin. Okkara ódn var at ganga oman eftir røðini og sita við ella fyri niðri á Borðoyðaneshálsi. Ritudalurin var markið millum Uppsalir og Vág. So fann hvør maður sína ódn, og tað mundu vera einar fimm ódnir frá niðasta manni til ovasta mann. Fjøllini eru høg her norðanfyri, so heilt uppi millum tøttu hamrarnar gekk eingin seyður. Seyðabáturin lá eisini undir Ritudalinum, tá raksturin byrjaði. Uppgávan hjá seyðabátinum var at fylgja við og varskógva, um onkur seyður ikki var komin í fylgi, tí tað sæst ikki so væl á landi, men væl betur frá báti. Hetta kalla Uppsalamenn “at rógva at seyði”.  Báturin fylgdi gonguni allan vegin  um Borðoyarnes og á Torvklett, har rættin var. Ofta róku teir seyðin í Keldum um eina leið, tí so sluppu teir frá at ganga tvær ferðir úr Uppsølum. Tá alt var komið í rætt, so fóru røktingamenninir niður at hagreiða, tvs. at velja tann seyðin, sum skuldi sleppast og tann, sum skuldi takast. Tað vóru altíð røktingarmenninir, sum hagreiddu, tí teir kendu best seyðin. Teir hugdu at ull, hornum og tonnum. Seyðurin, sum skuldi takast, varð bundin og borin í bátin. Oftast var onkur bátur komin at hjálpa at  føra fáningin heim.

Tá seyðurin var komin heim á Váðklett, so kundi báturin leggja at klettinum, sum gekk út í sjógv niðri undir neystinum, haðani menn turrskøddir kundi fara undir at bera seyðin niðan í lagdina heiman fyri seyðabátaneystið; har varð seyðurin so býttur. Býtið í Uppsalahaga var rættiliga torskilt, so eg fari ikki nærri inn á tað, men er onkur áhugaður, so kann hann finna býtið í bókini hjá S. Hansen, Tey byggja land,  har hann hevur eina gjølla fragreiðing um, hvussu býtið fór fram.

Tað  kundi koma fyri í býtinum, at tveir ella tríggir komu at fáa lut í sama seyði. Hvussu varð so gjørt? So var flett upp, sum teir kallaðu tað. Ein eigari  skuldi fletta seyðin, og fyri tað  fekk hann avroðini og skinnið. Tá komið var út ímóti jólum og krovið var ræstnað, so møttust menn at býta avskurð. Krovið varð so skorið sundur. Teir fingu so væl sum til bar eins nógv  í part, men har eru tjúgu stykki í krovinum  og ikki meira enn tvey tjogv og tveir bógvar, so var fallið onkrum heldur betur ella verri í part, so varð tað útlíknað í komandi býtinum árið eftir. Annars var tað so, at tann sum býtti slapp ikki at taka.

Alt hetta er nú søga, tí nú er Uppsalahagi matrikuleraður og býttur upp, so bóndur og ognarar eru hvør fyri seg; Heimistovubóndin hevur Líðina og bóndin í Stovugarðinum Nesið (Borðoyanes). Ognarmenninir hava hagan frá Hálsgjógv  og norður í Vágsá. Hesin parturin eitur nú Uppsalahagi, og har er allur hagin kenning.  

Men gamla søgan er áhugaverd.