Seyðahundakapping var í Saksunardali leygardagin.
Seyðahundakapping var í Saksunardali leygardagin. Kappingin var hildin í fagrasta veðri. 28 hundar luttøku. Kappingin var væleydna. Merkisvert var, at hóast hetta er fyrsta kappingin eftir steðgin, vóru tað ógvuliga nógvir hundar sum kláraðu seg væl í klassa 3. Seyðurin var tó heldur trupul til hundar á byrjunastøði (klassi 1). Hetta sást aftur í, at bert ein luttakari í klassa 1 fullførdi
Úrslit:
Klassi 3 (Teir bestu hundarnir)
Førðari Hundur Stig
Nr 1 Pall Poulsen Ramos 85 stig
Nr 2 Pall Poulsen Tara 83 stig
Nr.3 Eyðstein Jensen Nap 79 stig
Klassi 2 (Víðari komnir hundarnir)
Førðari Hundur Stig
Nr. 1 Jónleif Jørgensen Perla 84 stig
Nr. 2 Hanus Højgaard Rona 72 stig
Nr.3 Hans Meinhard Midjord Fona 56 stig
Klassi 1 (Hundar á byrjunarstøði)
Førðari Hundur Stig
Nr.1 Teitur Í Sjúrðagarði Rap 51 stig
Sí annars WWW.Hundar.fo
VH Seyðahundafelagið




