Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seyðahundaskeið á Viðareiði

John William Joensen

Fyrireikararnir til seyðahundaskeið á Viðareiði hava sent okkum hetta tíðindaskrivið.

Vit fara nú aftur at hava eitt seyðahundaskeið, hesaferð við yvirskriftini:"Frá hvølpi til unghund". skeiðið verður í skúlanum á viðareiði tann 20. november kl. 9.00. Absalon Hansen luttekur. Kostnaður fyri skeiðið er 300 kr. og tá er matur íroknaður, Orsøkin til at vit skipa fyri hesum skeiðinum eer, at vit royndu hetta í fjørð og tá var góð undirtøka.
Í fjør passaði illa, tí tað var 28 november og tá fóru nógvir út við veðragjólingum. Vit vóru tá yvir 30 luttakarar hóast tað.
Vit í Norðoyggjum eru langt aftanfyri, tá talan er um seyðahunda, eini 7-10 ár, so nú er tíð, at gera nakað við tað. Møguleiki er eisini, at hava hundin við sær norður, um onkur hevur onkran spurning, ella hevur eitthvørt problem við hundinum.
Fyrireikararnir eru: Jákup Jacobsen, Haraldsund og Tróndur Petersen á Viðareiði.
Vit vóna at veðrið verður til vildar, tí vit koma eisini at vísa fram, hvat ein hundur kann brúkast til.
Tað vil siga, at vit koma eisini at verða úti, siga fyrireikararnir at enda.

Harleywoodpaint