Í dag er seyðasýning fyri Borðoynna.
Sýningin byrjar kl. 10 og verður hon norðuri í seyðhúsinum norðuri á Strond. Nógv fólk plagar at vitja og spenningurin er vanliga stórur, tá teir vakrastu seyðirnir vera valdir út. Endaliga úrslitið plagar at vera klárt seint seinnapartin.




