Umleið 110 brundir verða nú máldir og mettir á seyðasýningini í bygninginum hjá J.F.K-Heilsølu á Stongunum.
Kl. 8 ímorgun byrjaðu menn so smátt at koma við brundum á seyðasýningarhølið á Stongunum. Kl. 10.00 byrjaðu sýnsmenninir Pól Samulelsen úr Víki, Dávur E. Hansen, tjørnuvík og Olaf í Garði av Eiði at sýna teir umleið 110 brundirnar, ið komnir vórðu til sýningarhølini.
Roknað verður við at sýningin verður liðug umleið kl. 15 ídag.
Andras Joensen, ein av fyriskiparunum sigur, at 110 mans hava tekna seg til ræstkjøtveitsluna í kvøld, har steypini, sum Føroya Bjór hevur latið, verða handaði eigarunum av vinnandi brundunum.




