Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seyðurin hevur tað gott

Oliver Joensen

Tað sigur Karl Heri Joensen, bóndi í Gerðum í Klaksvík, tá Norðlýsið fregnast hjá honum, nú ikki er so ógvuliga langt til lembingina og stórur partur av vetrinum er farin afturum.

Vit høvdu seyðin fyri heiman á hondum um mánaðarskiftið januar/februar, og tá sá seyðurin út til at hava tað gott.

Sjálvandi, sigur Karl Heri Joensen, bóndi, tað er altíð onkur ær, ið er eitt sindur illa fyri, men sum heild sá gott út.

Lembingin byrjar í endanum av apríl. Nakað av heimaseyðinum er brundað fyrr enn vanligt, um 25. november. Veðrurin, sum vit sjálvi áttu brundaði fyrst heima og í desember varð hann fluttur eystur í Hellisdaldal , tí seyðurin, sum gongur úti alt árið skal helst ikki lemba ov tíðliga.

At fáa nýtt blóð inn í skipanina hjá okkum, læntu vit eisini fremmandan brund til heimaseyðin. Við at heingja litstein upp undir báðar brundirnar, ber væl til hjá okkum at fylgja avkomi teirra.

Tað at fáa fremmandar brundir inn í brundtíðini hevur altíð verið vanligt hjá okkum-

Jú, sigur Karl Heri Joensen, bóndi í Gerðum, sum sær út nú, so er seyðurin komin væl um tað, sum fari er av vetrinum og eg vænti lembingina at byrja um 26. apríl.