Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seyðurin hjá okkum var góður í ár

Oliver Joensen

Tað segði Símun Gullaksen, bóndi á Uppistovupartinum av Eystfelli. Árið í ár royndist upp aftur betur enn í fjør, sjálvt um tað eisini var eitt gott ár.

Nú er tað soleiðis hjá okkum, at vit fóðrað ikki seyðunum um veturin. Hann gongur úti alt árið og fær onki afturat tí, hann fær í haganum.

Veðrið í summar hevur verið gott, ikki ov vátt og gróðurin í haganum hevur verið sera góður. Jú, sigur Simun, heystið hevur verið gott.

Niðan ímóti Eystfelli uppi í haganum hevur tú lundaurðar, sóu tit nakað til lunda har í ár, spurdu vit Símun?

Nei, tað er synd at siga at nakað nevnuverdugt av lunda hevur verið í urðunum har seinnu árini. Men harafturímóti hava vit sæð so nógva haru í ár, sum vit ikki hava sæð áður.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Símun Gullaksen hevur tikið, og so nakrar Norðlýsið hevur tikið á einum túri við tyrluni hjá Atlantic Airways. Á myndini inn ímóti Eystfelli, har Stapin sæst niðastmiðskeiðis í myndini, sæst Leypurskorð við eggina vinstrumegin, síðani skorðin Mikla mitt fyri og longst til høgru, ella norðast ovast uppi Skørðin og undir høga hamrinum har uppi og oman eru Skorðarnar undir Eystfelli.