Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SF byrjar í morgin – Norðlýsið ger nógv burturúr

Danial Viðoy

SF15: Summar Festivalur 2015 byrjar í morgin, og nordlysid.fo ger sum vera mann nógv burturúr.

SF15: Summar Festivalur 2015 byrjar í morgin, og nordlysid.fo ger sum vera mann nógv burturúr.

Norðlýsið mann vera tann miðilin í Føroyum, sum oftast hevur varpað ljós á Summar Festivalin. Longu í 2004 – tá ið samskiftismøguleikararnir ikki vóru fleirfaldaðir á netinum – gav Norðlýsið út eitt myndablað um Festivalin.

Síðani eru nógvar myndir tiknar og nógv orð skrivað um Summar Festivalin. – Tað er heldur ikki undarligt, at Norðlýsið ger nógv burturúr Summar Festivalinum. Bæði SF og Norðlýsið hava sama heimstað. Og bæði fyribrigdini elska heimstaðin eins nógv.

Tað er nevniliga í Klaksvík, at Summar Festivalurin heldur til. Og hvør føroyskur miðil dámar Klaksvíkinga allarbest; tað mann vera Norðlýsið. Norðlýsið ger alt í síni makt fyri, at tiltøk og arbeiðspláss verða varðveitt og fáa fastatøkur í fiskivinnuhøvuðsstaðnum (ella tónleikahøvuðsstaðnum).

Summar Festivalurin 2015

Nú stendur tólvti Summar Festivalurin á skrá og aftur er avbera nógv gott á skránni. Høvuðsnavnið er tað, sum øll hava bíðað eftir; Roxette, sum trínur á pall fríggjakvøldið klokkan 22.00.

Vit á Norðlýsinum ætla at dekka festivalin so væl sum gjørligt. Í ár verða vit tríggir myndamenn, tríggir myndamenn, sum eisini eru kringir á knappaborðinum. Umframt tað, fáa vit nakað av eyka hjálp.

Hetta burdi boðað frá góðsku og góðum innihaldi, hóast tað ikki skal nógv til, áðrenn innihaldið verður gott á Summar Festivalinum.

Vit ynskja øllum ein góðan Summar Festival!

Nakrar myndir frá Summar Festivalinum 2014: