Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

SF: Prísurin hækkar í kvøld

Jóhann Lützen

Summar Festivalurin næsta ár verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august

 

Næsta ár hevur Summar Festivalurin 20 ára jubileum. Fyrsti Summar Festivalurin var hildin í fagrasta summarveðri í 2004, og eftir fáum árum vaks festivalurin seg til størsta tónleikatiltak í Føroyum.

Næsta ár verður Summar Festivalurin hildin dagarnar frá 8. til 10. august.

Forsølan byrjaði í farna mánaði og hevur gingið væl. Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á atgongumerkjum.

Vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum og á heimasíðuni atgongumerki.fo.