Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

SF: Prísurin hækkar týskvøldið

Jóhann Lützen

Summar Festivalurin verður hildin 3. til 5. august næsta ár

Forsølan til Summar Festivalin 2023 er byrjað, og nú er seinasti møguleiki at keypa atgongumerki fyri bíligasta prísin.

Í fyrsta umfari vóru túsund atgongumerki sett til sølu fyri lægsta prís. Hesi atgongumerki eru nú seld, men øll fáa ein seinasta møguleika at ogna sær atgongumerki fyri lægsta prís.

Prísurin á atgongumerkjum til Summar Festivalin hækkar á midnátt týskvøldið.

Atgongumerki kunnu keypast í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.

Summar Festivalurin verður hildin 3. til 5. august næsta ár.