Verður í Leikalund fríggjakvøldið 13. novembur kl. 20.
Vit taka mentala loysing!
Einaferð var tað ein gøtumaður, ið æt Tróndur. Hann stríddist fyri frælsi í Føroyum……
Og vit gera tað enn!
Nógvar politiskar, fíggjarligar og mentanarligar forðingar eru fyri fullveldinum. Tó er størsta forðingin tann mentala.
Fríggjakvøldið taka vit mentala og mentanarliga loysing.
Unga Tjóðveldið hevur í heyst ferðast kring landið við SFI tiltøkum, sum hava verið sera væleydnað. Næsta tiltakið verður í Leikalund í Klaksvík.
Skráin í Klaksvík sær soleiðis út:
Petur Pólson greiðir frá um SFI
Jóhannes Husgaard Niclasen heldur røðu vegna Unga Tjóðveldið
Rani Nolsøe heldur røðu við evninum:
”Ongin vegur førir til frælsi. Frælsi er vegurin”
Arnfríð Lützen syngur
Kjak millum øll áhugað
ØLL eru vælkomin




