Shakin’ Stevens, sum telist millum tey størstu nøvnini í bretskum popptónleiki nakrantíð, verður millum bólkarnar sum luttaka á Summarfestivalinum 2005 í Klaksvík.
Shakin’ Stevens, sum í veruleikanum eitur Michael Barratt, gav sína fyrstu plátu út í 1969, sum sangari í bólkinum Shakin’ Stevens & The Sunsets. Plátan fekk góða móttøku frá ummælarum, men køvdist í psykedeliska meldrinum, sum hevði ræðið á rokkinum síðst í sekstiárunum.
Tað varð ikki fyrr enn í 1980 tá ið hann, hesuferð sum einstaklingur, gav út plátuna – og sangin – Marie Marie, at verulig gongd kom á yrkisleiðina, og byrjanin varð løgd til eina drúgva røð av væl umtóktum løgum so sum This Ole House, Oh Julie, You Drive Me Crazy og A Rockin’ Good Way, sum hann sang saman við Bonnie Tyler.
Við byrjanina av 90-árunum kundi staðfestast, at Shakin« Stevens hevði ligið longri á hittlistunum í heimlandinum, enn nakar annar farna tíggjuáraskeiðið. Hann hevði tá havt 30 ymiskar singleplátur liggjandi í tilsamans 254 vikur á almennu bretsku sølulistunum í tíðarskeiðnum frá 1980 til 1989.
Shakin« Stevens er eisini væl umtóktur í norðurlondum, eitt nú kann nevnast at millum mest seldu fløguútgávur í Danmark í 2004 var savnsfløgan Collectable sum Shakin« Stevens gav út í fjør.
Shakin« Stevens og bólkur hansara verða at hoyra leygarkvøldið hin 6 august á Summarfestivalinum í Klaksvík.




