Leiðslan hjá Shell úr Havn og deildarleiðarar hjá Shell kring landið í óvanligum fundarumhvørvi í Árnafirði.
Einaferð um fjórðingsárið hevur leiðslan á Føroya Shell í Havn fund við deildarleiðarar kring landið, og hesin fundur var hesaferð í Norðoyggjum.
Niclas Heri Jákupsson, deildarleiðari á Shellstøðini í Klaksvík, sum er kendur fyri at vera eitt vet ótraditionellur hevði skipað fyri, at fundurin var hildin á neystaloftinum í neystinum hjá Andras Joensen, bónda.
Sum skilst, so var fundurin lívligur og hugaligur og fólk lótu væl at umstøðunum. Hesir fundir hava fasta skrá har umframt at gjøgnumganga roknskapin, fólk eisini viðgera heilsu, trygd, umhvørvið og annað, ið er viðkomandi fyri arbeiðisplássini hjá Shell kring um í Føroyum.
Fylgið fór seinnapartin avstað aftur við Dúgvuni eftir at hava vitjað á Shellstøðini við Stangavegin hjá Shell við Keldugil og at enda á Føroya Bjór.




