Fríggjadagin og 14 dagar fram, bjóðar Shell í norðoyingum bílig dekk og ókeypis dekkskifti.
Í vikuni bleiv avtala gjørd millum Norðbil og Nordcar í Havn og Shell í Norðoyggjum um sølu av dygdargóðum dekkum. Eisini hevur Shell gjørt avtalu við bilverkstaði hjá Theodor Fonn um at skifta dekkini – hetta uttan kostna fyri kundan. Theodor Fonn hevur síðani mars í ár leiga bilverkstaði hjá Shell og tí er tað upplagt við slíkum samstarvi.
Tað er heilt greitt nógvir fyrimunir at hava eitt bilverkstað so tætt knýtt at okkara service-støð og teir fyrimunirnir eiga vit at síggja og bjóða okkara viðskiftakundum, sigur Niclas Heri í stuttari viðmerking.
Avtala um dekkskifti kann fást við at ringja til Bilservice við Theodor á tlf 459393.
Shell bjóða kaffi meðan Theodor skiftir dekkini.




