Á býráðsfundinum týskvøldið varð samtykt, at fara undir verkætlan við kaikantinum frá norðastu bátabrúnni og norður um Varpabrúnna norður ímóti sunnasta pieri á Stongunum.
Dragin og smábátarnir hava atløgupláss fyri neyðini við bátabrúgvarnar og harafturat hevu Shell ynski um at seta upp eina oljupumpu til smábátar.
Á býráðsfundinum týskvøldið var einmælt samtykt at seta av 350.000 krónur til hesa verkætlan.
Sum sæst á tekningini, ið Ráðgevingarstovan hjá Árna Joensen hevur gjørt, at ætlanin er at gera gongubreyt og atløgupláss allan vegin úr norðastu bátabrúgv til sunnasta pierin á Stongunum.
Dragin hevur undir umbyggingini ligið við endan á gomlu Varpabrúnni. Men har er so mikið grunt, at ikki ber til hjá Draganum at liggja heilt inn ímóti og tí hava Dragamenninir biðið býráðið um at longt Varpabrúnna einar 3,5 metrar, soleiðis at Dragin kann nýta brúnna sum basisstøð.
Tá tað ikki hevur borið til hjá Draganum at lagt at Varpabrúnni, hevur skipið í summar ligið ymsastaðni kring um á Vánni, men hetta er ikki nøktandi, tá teir skulu sigla við ferðafólkum og tí hava teir havt eitt ynski um fast pláss.
Nú er so samtykt í býráðnum at gera Varpabrúnna burturav til Dragan.
Shell hinvegin, skal sjálvt bera kostnaðin av tí sum krevst fyri at seta eina oljupumpu til smábátar beint heimanfyri Varpabrúnna. Shell hevur nú fingið loyvi at fara í gongd og samtykt var í býráðnum at siga Shell frá hesum og at býráðið, so skjótt Shell er liðugt við sítt arbeiði, so skal býráðið fara ígongd við gongubreyt og atløgubrúgv framvið kaikantinum sum nevnt. Roknað verður við, at býráðið kann fara í gongd við sítt arbeiði fyrst í komandi ári.




