Í dag letur smyrjioljugoymsla upp í kjallanum á Shellstøðini
Í langa tíð hevur Shell í Norðoyggjum verið uppdeilt í tvær eindir. Umframt shellstøðina við Stangavegin, so hevur Shell haft eina avgreiðslu norðuri á Grótrætt, har sum ein maður hevur verið knýttur at goymsluni. Fyri at koma tættari kundanum og har við kunna geva eina betur tænastu, so hevur Shell flutt smyrjioljugoymsluna heim á støðina. Goymslan er innrættað í kjallaranum har sum vaskimaskinan var fyrr. Vit hava nógvar smyrjioljukundar og tá so ein stórur floti hoyrir heima beint niðan fyri støðina, so er tað upplagt okkara smyrjioljugoymsla á støðini, sigur leiða rin hjá Shell í Norðoyggjum Niclas Heri. Tað verður Malvinus Hansen sum kemur at arbeiða á goymsluni. Við hesum stigi verða vit ein eind og okkara kundar hava eitt stað at venda sær til og tað er á støðina við Stangavegin, sigur Niclas Heri at enda.




