Á lítlari samkomu í Kí-høllini fyrr í vikuni, skrivaði Shell undir nýggjan sponsorsáttmála við Stjørnuna.
Hetta er ein sáttmáli, sum vit eru serliga glaðir fyri. Stjørnan er eitt gott lið, sum øll tey seinastu árið hevur víst á sera góð úrslit, og sum samstundis hevur haft eina vælfungerandi og góða leiðslu, segði leiðarin hjá Shell í Norðoyggjum, Niclas Heri Jákupsson, beint eftir at sáttmálin var undirskrivaður. Øll tey góðu úrslitini hava eisini ført við sær, at heilt nógv fólk í Norðoyggjum fylgja við hesum felagi, og tá tú leggur arbeiði hjá nevndini og avrikini hjá felagnum afturat hesum, so eru vit sera glaðir fyri at verða ein partur av hesum toymi, segði Niclas Heri at enda. Formaðurin á Stjørnuni Kristoffur Ragnarsson, er eisini glaður fyri at nýggjur sáttmáli er skrivaður við Shell. Føroya Shell hevur øll tey síðstu árini verið ein dyggur stuðul hjá okkara felag, og nú tá vinnulívið hevur færri og færri pengar at stuðla við, so kemur ein sponsorsáttmálið sum hesin sera væl við.




