Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Shell stuðlar Javna

John William Joensen

Í lítlari samkomu á skrivstovuni hjá Føroya Shell, handaði marknaðarleiðarin hjá Shell, Niclas Heri Jákupsson, felagskapinum Javna eina peningagávu á Kr. 15.000,- frá Føroya Shell.

Tíðindaskriv !!!

Dagligi leiðarin hjá Javna, Anna D. Háberg, takkaði mangar ferðirnar fyri, og segði, at Javni ætlar at nýta peningin til eitt PREP skeið, sum verður á Hotel Vágum í september mánaði. Hettar er eitt hjúnarbandsskeið til pør, sum eiga børn við breki.

Í Danmark og Norra verður hettar skeiðið bjóðað foreldrum at brekaðum børnum. Prep er ikki ókent á okkara leiðum, tó er hettar fyrstu ferð, at tað verður hildið fyri pørum at brekaðum børnum.

Javni vónar, at hettar kann verða eitt skeið, sum kann haldast í Føroyum hvørt, ella annað hvørt ár.

Niclas Heri sigur í stuttari viðmerking, at Shell fegnast yvir at kunna stuðla slíkum vælgerandi endamálum – tí hetta er júst í tráð við stuðulspolitikkin hjá Shell.

Harleyfacadeacryl