Í sambandi við at Shell-støðin bæði er blivin størri og rúmligari, verða tiltøk uttan fyri Shellstøðina í Klaksvík leygar-dagin 1. apríl.
Fyri nøkrum vikum síðani flutti Bilservice við Thedor Fonn úr Shellstøðini og út í bygningin hjá Jan Joensen á Skarðhamari. Leiðarin hjá Shell í Norðoyggjum, Niclas Heri Jákupsson sigur, at so skjótt sum bilverkstaðið var tøkt, fluttu tey goymsluna inn á bilverkstaðið og fingu ta fyrrverandi goymsluna uppí handilin. Í dag eru handilin dupult so stórur og var hetta stigið neyðugt, um vit skuldu fylgja við í kappingini. Hann leggur aftur at, at sjálvt um tað mangan kann verða praktiskt, so er tíðin farin frá at bilverkstøð eru knýtt at bensinstøðum. Handilslívið í Klaksvík stendur fyri einari spennandi tíð, og er tað heilt natúrligt at vit økja um handilin og vaksa um tilboðini.
Í sambandi við hesa broyting, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum leygardagin 1. apríl. Talan verður um heilsurenning, hoppiborg til børn, umframt at støðin kemur at hava fleiri tilboð hendan dagin. Shell fer eisini at handa monnunum hjá Mjølnum eina peningagávu fyri teirra avrik í steypakappingini. Sí tíðindaskriv og lýsing í blaðnum.




