Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SÍ koyrt úr kappingini

Jákup Ósá

FBF hevur revsað mansliðið hjá SÍ, sum vegna drukk ikki møtti upp til fleiri dystir seinastu tíðina.

Flogbóltssamband Føroya hevur koyrt mansliðið hjá SÍ, sum hevur verið darvað av drukk, úr kappingini vegna tað, at liðið ikki møtti upp til tveir dystir hesa seinastu tíðina.

Fyrr í vikuni hava miðlarnir skrivað nógv um mansliðið hjá SÍ, har stórir trupulleikar av alkaholi hava verið. So stórir at venjarar og leikarar eru givnir, tí aðrir ikki megna at halda treytirnar fyri drekkarí’ið.
Les eisini: Fáa ikki spælt vegna drukk í SÍ
 

FBF hevur sent soljóðandi skriv til SÍ:

Til SÍ 

Eik liga menn hjá SÍ ikki møttir til tveir dystir. Talan er um dyst nr 121 ­ Eik liga menn ­ 11. mars ­ Mjølnir ­ SÍ og dyst nr 124 ­ Eik liga menn ­ 17. mars ­ Mjølnir ­ SÍ 

Í hesum sambandi eru hesar reglur galdandi Grein 14 b) Sekt við ikki leiktum dystum! … 

Meistaradeild: Møtir lið ikki til dyst, avgerð starvsnevndin, um liðið skal vera koyrt úr kappingini, ella onnur sekt skal verða givin. Avgerðin hjá starvsnevndini kann verða kærd til dómsnevndina áðrenn 2 dagar. Við kæruni skulu fylgja kr. 2.000, sum verða afturgoldnar, vinnur kæran sømdir. Dómsnevndin hevur endaliga avgerð… 

e) Lið sum verða koyrd úr kappingini, verða sektað við bót, ið svarar til 2 ferðir luttøkugjaldið fyri liðið. Er sekt ikki goldin innan næsta kappingarár, sleppur felag ikki at luttaka í kapping innan FBF, fyrr enn hon er goldin. Dómur FBF hevur avgjørt at koyra SÍ úr Eik liga kappingini hjá monnum. Sostatt skulu allir dystir í landskappingini hjá SÍ strikast. Eisini hevur FBF avgjørt at SÍ fær bót á 2 ferðir luttøkugtjaldið sambært grein 14 e) Luttøkugjaldið fyri Eik liguna er kr. 800. Sostatt verður bótin kr. 1.600. Bótin skal gjaldast á kontu 9181 ­ 120.042.0 SÍ kann kæra hesa avgerð sambært grein 14 b) … 

Avgerðin hjá starvsnevndini kann verða kærd til dómsnevndina áðrenn 2 dagar. Við kæruni skulu fylgja kr. 2.000, sum verða afturgoldnar, vinnur kæran sømdir. Dómsnevndin hevur endaliga avgerð. … 

Jákup Fjallsbak FBF