Tveir flogbóltsdystir vera í Klaksvík í dag í bestu deildini hjá kvinnum og monnum.
Kl. 13.00 spæla menninir hjá Mjølnir og SÍ. Hetta eru tey bæði aftastu liðini í deildini, ið telur 4 lið. SÍ liggur nr. 3 við 14 stigum, meðan Mjølnir er aftast við 3 stigum.
Kl. 15.00 spæla kvinnurnar hjá Mjølnir og Terjuni. Stigini eru nú farin í helvt hjá kvinnunum og tað merkir eina munandi javnari støðu í landskappingini. Mjølnir er framvegis á odda, men nú eru bara 6 stig niður til nr. 5. Ternan er aftast í deildini við 3 stigum.




