Á almennum fundi, sum menningardeildin hjá kommununi skipaði fyri mánakvøldið, segði formaðurin í Búskaparráðinum, Johnny í Grótinum, í síni áhugaverdu framløgu, at tað verður ikki
handamegi, men vitannarmegi, sum kemur at tryggja føroyingum vælferðina í framtíðini.
Tað er ikki beinleiðis mongdin av fiski, men heldur mátin vit fiska hann uppá, sum fer at vera grundstuðulin undir okkara framtíðar vælferð í Føroyum. Ella sagt við øðrum orðum, tað hevur størri týdning at vita, hvussu vit fiska á besta hátt, heldur enn at bara dríva á at fiska.
Soleiðis kann boðskapurin skiljast, tá eini fimti fólk møttu á Tekniska skúla at lurta eftir áhugaverdu framløguni hjá formanninum í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum. Framløgan var grundað á seinastu frágreiðingina hjá Búskaparráðnum ‘Tøknilig menning og vælferð’.
Tá tað soleiðis snýr seg meiri um at vita hvussu vit skulu fiska, er tað tá samanum kemur, okkara evni til alla tíðina at duga at taka við nýggjari tøkni, sum er týdningarmesti førleikin í framtíðini.
Tí er eingin orsøk til, at vit seta okkum niður, og royna at uppfinna tann runda borðiskin hvørja ferð. Nei, vit skulu duga at finna og gera brúk av nýggju tøknini, óansæð hvar hon er uppfunnin.
Einhvør fiskivinnutjóð veit, at náttúran setur greið mørk fyri, hvussu nógv tilfeingi kann troytast.
Tí er eingin møguleiki fyri, at skapa ein støðugan vøkstur og framburð við at økja og økja um fiskaríið. Vit vita, at tá trýstið frammanundan er stórt á stovnarnar, gerast tey síðstu eyka tonsini alt ov dýr. Tað snýr seg altíð um at finna javnvágina millum innsatsin og úrtøkuna.
Hinvegin talar alt fyri, at tøknilig menning kann verða ein kelda til støðugan vøkstur og vælferð, um rætt verður borðið at.
Men skal hetta verða møguligt, mugu vit hava ein opnan búskap. Júst opinleikin kann geva okkum neyðugu atgongdina á altjóða marknaðinum til tey tøkniligu frambrot, sum finnast. Íløgan hjá Føroya Teli í Bretlandi herfyri er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu keypa okkum atgongd til tøkni, sum ikki finst í Føroyum, heldur enn at royna at uppfinna tað, sum onnur longu hava uppfunnið.
Men tað sær ikki gott út við opinleikanum. Meðan eitt nú danir gera íløgur í útlandinum fyri tað, sum svarar til næstan helmingin av BTÚ, samstundis sum útlendingar gera tilsvarandi íløgur í Danmark, so liggja føroyingar niðanfyri 5% í báðum førum.
Tí var ein høvuðsboðskapurin hjá formanninum í Búskaparráðinum at fáa avtikið allar skipanir, sum forða fyri størri opinleika, og her vísti hann á, at tað almenna eigur alt ov mikið í okkara vinnulívi. Eisini hevur tað týdning, at vit politiskt halda okkum frá avgerðum, sum vinnulívið eigur at taka, t.d. innan gransking.
Myndugleikarnir eiga ikki at beita ungdómin ein ávísan veg við at skapa serligar útbúgvingarmøguleikar, og teir eiga heldur ikki at prioritera ávísar vitannartingar vinnur.
Uppgávan hjá tí politiska valdinum er snøgt sagt at stuðla uppundir ta framhaldandi tillaging, sum alla tíðina má vera í gongd. Og tað verður gjørt við at stuðla tørvin á útbúgving & gransking, sum vinna vísir á, at tryggja alsamt størri opinleika og kapping í øllum liðum í vinnulívinum.
Tað fer at verða avgerandi fyri, um okkara núverandi nóg so sibbaliga 20. pláss millum heimsins ríkastu tjóðir skal skiftast út við eitt meistara pláss millum tey allar fremstu, so sum løgmaður hevur boðað frá í síni ætlan ‘Visjón 2015’.
Seinasta frágreiðingin hjá Búskaparráðinum kann takast niður av netinum á www.ecouncil.fo
Vinarliga
Rani Nolsøe
Menningarstjóri




