Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Siðbundið handverk í brennidepilin

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – Économusée – FøroyarTiltakið verður nevnt ”Livandi Tilfeingi – handverk og list” og er liður í verkætlanini Économusée, eitt upprunaligt kanadiskt konsept. Endamálið er at menna tað siðbundna handverkið at gerast burðardygt, skapa inntøku og virksemi í lokalsamfelagnum.

Nógv av okkara siðbundna handverki er um at hvørva, og tey flestu, ið fáast við tað, hava tað sum ítriv ella hjávinnu.

Í Perluni og Reinsarínum dagarnar 24. – 27. november verður verður ljós varpað á handverkið. Livandi verkstøð, har m.a. dreyibonkur, essa, seymimaskina, handamboð o.a. verða víst í verki. Tey vitjandi kunn síggja tilfarið, teknikkin og framferðarháttin, men ikki minst, tey kunnu keypa sær vørur frá handverkarunum.

Tey handverk, ið eru við í verkætlanini í løtuni, eru jarn-, træ- og grótsmiðja, tónleikur og bátasmíð og spinnarí. Annað handverk og list verður eisini umboðað á tiltakinum í Perluni og Reinsarínum, eitt nú ølbrygging, leður-, klædna-, skinn- og glasarbeið.

Tiltakið er alment og umframt tey livandi verkstøðini verða tónleikaframførslur, søgur fyri børn, frásøgur og Économusée-cafe og rabarbubarr.

Livandi tilfeingi – handverk og list


Skrá:

Perlan hósdagin 24. November

16.00-20.00

Verkstaðið hjá Joel Cole

Føroya Grótvirki

Smiðjan á Trøllanesi

Glaslist við Petru Ivertsen

Føroya Bjór, framsýning

Jólakappingin byrjar

Rabarbubarr


Reinsaríið hósdagin 24.november

16.00-20.00

Économisée Café

OKKARA, framsýning

Mini Matmarknaður

TUTL

Barnabati, søla av jólakalendara

Klædnasniðgeving Glasir

Dímunarskinn

Spinnaríið hjá Monu og Ása Hátún

Prýðishandverk v. Erlu Matras Jensen

17.00 Frískúlin í Havn, sangur og dansur

18.00 konsert við Elinborg Pálsdóttir

19.00 konsert við Hans Andriasi Jacobsen

Ókeypis atgongd, nærri kunning á www.facebook.com/economuseeforoyar

Vit gleða okkum til at síggja tykkum


Perlan fríggjadagin 25. november

14.00-20.00

Verkstaðið hjá Joel Cole

Føroya Grótvirki

Smiðjan á Trøllanesi

Glaslist við Petru Ivertsen

Føroya Bjór, framsýning

Rabarbubarr


Reinsaríið fríggjadagin 25.november

14.00-20.00

TUTL

Économisée Café

Mini Matmarknaður

Klædnasniðgeving, Glasir

Barnabati, søla av jólakalendara

Dímunarskinn

Spinnaríið hjá Monu og Ása Hátún

Prýðishandverk v.Erla Matras Jensen

OKKARA, framsýning

15.00 Katrina í Geil lýsir Anti Fashion

16.00 Katrina í Geil lýsir Style Jam

17.00 Frásøgn, Føroyskt bátasmíð v.Andrass Joensen

18.00 konsert við Jógvan Joensen

19.00 konsert við Kristian Blak

Ókeypis atgongd, nærri kunning á www.facebook.com/economuseeforoyar

Vit gleða okkum til at síggja tykkum


Perlan leygardagin 26. november

10.00-20.00

Verkstaðið hjá Joel Cole

Føroya Grótvirki, verkstað

Smiðjan á Trøllanesi

Glaslist við Petru Ivertsen

Føroya Bjór, framsýning

Rabarbubarr


Reinsaríið leygardagin 26.november

10.00-20.00

TUTL

Économisée Café

OKKARA, framsýning

Mini Matmarknaður

Klædnasniðgeving Glasir

Dímunarskinn

Spinnaríið hjá Monu og Ása Hátún

Prýðishandverk v. Erlu Matras Jensen

Barnabati, søla av jálakalendara

Barnasøgur við Rakel Helmsdal

17.00 Frásøgn, føroysk ull

18.00 konsert við Spælimonnunum

19.00 konsert við Kristian Blak

19.30 vinnarin av jólakappingini verður drigin

Ókeypis atgongd, nærri kunning á www.facebook.com/economuseeforoyar

Vit gleða okkum til at síggja tykkum


Perlan sunnudagin 27. november

14.00-18.00

Verkstaðið hjá Joel Cole

Føroya Grótvirki

Smiðjan á Trøllanesi

Glaslist við Petru Ivertsen

Føroya Bjór, framsýning

Rabarbubarr


Reinsaríið sunnudagin 27.november

14.00-18.00

TUTL

Économisée Café

OKKARA, framsýning

Klædnasniðgeving, Glasir

Dímunarskinn

Spinnaríið hjá Monu og Ása Hátún

Prýðishandverk v. Erlu Matras Jensen

Barnabati, søla av jólakalendara

15.00 Konsert við Guðrið Hansdóttir

15.30 Barnasøgur við Rakel Helmsdal

16.00 Konsert við Benjamin Rajani

16.30 Frásøgn um træskurð

17.00 Konsert við Fróða Hansen

Ókeypis atgongd, nærri kunning á www.facebook.com/economuseeforoyar

Vit gleða okkum til at síggja tykkum