Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Síðsta skot í Eysturoyartunlinum

Tróndur Ellingsgaard

Í morgin fríggjadag 7 juni kl. 18.00 verður alment hátíðarhald í samband við, at síðsta skot í Eysturoyartunlinum verður latið av.

Hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har møguleiki verður at fylgja við á stórskíggja, tá seinasta skotið verður latið av. Skotið verður latið av 5.274 metrar inn í Eysturoyartunlinum, Hvítanes megin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, so í staðin er tiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi.

 

Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, nú jarðfrøðiligi váðin í verkætlanin er burtur, tá tunnilin er liðugt sprongdur og arbeiðið við at gera tunnilin er komið so væl áleiðis.

 

Skráin fyri hátíðarhaldið her henda:

 

    1.       Bergur Poulsen nevndarformaður fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.

    2.       Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri heldur røðu.

    3.       Niklas Foldbo, ein av í verksetarunum av Eysturoartunlinum heldur røðu.

    4.       Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri letur seinasta skot av í Eysturoyartunlinum.

   

Ì samband við tiltakið, verður tónleikur og bjóða verður til ein drekkamunn.