Klaksvíkingur má helst vinna allar tríggjar stevnurnar, ið eru eftir, um báturin skal vinna FM í 2015.
Klaksvíkingur má helst vinna allar tríggjar stevnurnar, ið eru eftir, um báturin skal vinna FM í 2015.
Fýra FM stevnur eru farnar afturum hjá 10-mannaførunum og Drekin Reyði hjá Argja Róðrarfelag hevur vunnið tríggjar av teimum, meðan Klaksvíkingur hevur vunnið ta einu stevnuna. Komandi leygardag er Varmakelda í Fuglafirði, og hjá Klaksvíkingi er tað nú rættuliga einfalt. Hann skal vinna allar tríggjar róðrarnar, ið eru eftir, um hann skal vera vísur í at vinna FM. Um hann ikki megnar tað og t.d. bara vinnur tvær, so skal hann hava hjálp frá øðrum bátum og kann við øðrum orðum ikki avgera tað sjálvur.
Á jóansøku var ikki nógv um Klaksvíking stóran part av teininum. Drekin Reyði og Havnarbáturin kappaðust um 1. plássið, meðan Klaksvíkingur lá nakað aftanfyri. Men seinastu metrarnar gekk væl hjá klaksvíkingum, og hóast tað var ov seint, so var munurin til hinar báðar lítil og eingin. 11/25 av einum sekundi var alt, sum Klaksvíkingur var aftanfyri fremsta bátin, meðan Havnarbáturin var 6/25 partar av einum sekundi frammanfyri. Spennandi verður at síggja í Fuglafirði, um Klaksvíkingur kann skapa veruligan spenning í FM kappingina aftur.




