Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Síðsti biltúrur

John D. Olsen

Sámal Mikkelsen setti bilin fyri síðstu ferð, beint eftir, at hann hevði koyrt sín fyrsta og seinasta túr ígjøgnum Norðoyatunnilin.

Næstseinasta fríggjadag, 9 juni, koyrdi 78 ára gamli Sámal Mikkelsen sín síðsta biltúr við bili sínum. Tá gekk koyrikortið út og hann helt ikki, at tað var ráðiligt at fáa tað endurnýggjað. Sjónin er farin at bila, samstundis sum hansara reaktiónsevni eru vorðin munandi verri enn tá hann var ungur. Afturat hesum, hevur hann parkinsonsjúkuna, sum m.a. førir við sær, at hann er risthentur og ikki altíð hevur fult tamarhald á kroppinum.

Sámal Mikkelsen, sum fór í læru sum skipasmiður hjá Olsens Beding í 1945, koyrdi sín fyrsta og síðsta túr ígjøgnum Norðoyatunnilin hendan dagin. "Jákup, Biggi teir kalla, sat undir liðini á mær hendan túrin. Samstundis sum hetta var mín fyrsti túrur gjøgnum tunnilin, so var hetta eisini mín síðsti túrur aftan fyri rattið. Tá eg hevði koyrt hendan túrin, koyrdi eg niðan til okkum og setti bilin fyri síðstu ferð. Tá koyrikortið er gingið út, og eg ikki roknaði við at standa sjónarroyndina, so helt eg tað vera best at seta bilin."

Spurdur um nær hann byrjaði at koyra bil, sigur Sámal, "eg havi koyrt í … eg má siga, eg minnist ikki til nær eg koyrdi fyrstu ferð. Eg rokni tó við, at eg havi koyrt í umleið 30 ár. Hygg her. Tað stendur aftanfyri á koyikortinum. Tann 1. september 1979 fekk eg koyrikort. So tað er eitt sindur styttri enn 30 ár."

"Eg haldi at tað er ein saknur ikki at sleppa at koyra meir, men míni reaktiónsevni eru nú vorðin so vánalig og eyguni eru farin at bila, at eg meti, tað ikki vera rætt av mær, at koyra í ferðsluni. Av tí at árini eru vorðin so mong, so helt eg, at eg skuldi binda um heilan fingur, heldur enn at vera treiskur og verða til ampa í ferðsluni, ella enn verri møguliga verða atvoldin til vanlukku."