Síðan stytsta dag, sum var 22. desember, er dagurin longdur góðan hálvan tíma. Stytsta dag var sólin uppi bert 5 tímar og 3 minuttir og 24 sekund (í Klaksvík).
Tá ið farið var um ársskiftið, vóru 13 minuttir lagdir aftur at degnum.
Tá ið januar mánaður er liðugur, er dagurin longdur 2 tímar 25 minuttir (sekundini ikki tikin við).
Dagarnir leingjast ikki linjurætt. Í fyrstanini eftir stytsta dag leggjast bert sekund afturat, men stutt fyri nýggjár er talan um heilan minutt.
Fyrstu dagarnar í januar leingjast dagarnir við 2-3 minuttum hvønn dag; í endanum av januar leingjast dagarnir 5-6 minuttir hvønn dag.
Tíðarskeiðið, dagarnir leingjast, er ikki býtt javnt ímillum sólarris og sólsetur. 31. januar fer sólin upp 55 minuttir fyrr enn 1. januar, men hon fer í kav 1 tímar og 16 minuttir seinni enn fyrsta januar.
Strikumyndin omanfyri vísir, hvussu dagarnir leingjast.


