Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Síðsti heimadystir hjá Team Klaksvík

Oliver Joensen

Sunnudagin tekur besta liðið hjá Team Klaksvík ímóti VÍF í Badmintonhøllini, og dysturin er samstundis seinasti heimadystir í inniverandi kappingarári.

Ikki kann sigast annað, enn at nógv er uppá spæl. Hóast Team Klaksvík hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar, so hava vestmenningar megna at hingið í, og nú næstseinasta umfar verður spælt, eru framvegis 4 stig, ið skilja liðini í botninum á stigatalvuni. Team Klaksvík hevur á fimta plássi 13 stig, meðan VÍF á sætta plássi hevur 9 stig.

Fyri Team Klaksvík vil ein sigur – ella enntá ein javnleikur – tryggjað framhaldandi luttøku í 1. deild, og veit væl við, so kunna teir svartklæddu klaksvíkingarnir somuleiðis leggja StÍF afturum seg og soleiðis inntaka fjóðraplássið.

VÍF hevur longu vunnið kappingina í 2. deild, og hetta merkir bæði fyri Team Klaksvík og vestmenningar, at hvørki av liðunum flytur beinleiðis niður í 2. deild. Hinvegin skal tað liðið, ið endar á aftasta plássi í 1. deild, spæla um upp- og niðurflyting móti 2. deild hjá KÍF.

Úr Team Klaksvík leguni verður sagt, at teir vóna at fáa góðan stuðul til ársins seinasta heimadyst, ið altso verður sunnudagin 29. mars kl. 18:30 í Badmintonhøllini.
Í hesum sambandi verður upplýst, at øll atgongumerkini, ið vera seld, samstundis eru ein lutaseðil, har vinningurin er eitt vikuskiftispass til Summarfestivalin.