Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Siesta í Klaksvík

Oliver Joensen

Flestu handlarnir í Klaksvík stongja ídag frá kl. 13.00 til 16.00. Orsøkin er ógvusligi hitin í okkara verð. Júst nú sigur termometrið 22 gradir í skugganum.

Tað hevur verið ógvuliga heitt í Klaksvík seinastu dagarnar, og veðurmenninir hava lovað, at dagurin ídag skal vera hin heitasti.
Sigast má, at dagurin í øllum førum er byrjaður væl, tí í skrivandi stund vísir termometrið her í skugganum uppi á Hædd 22 gradir.
Ein 81 ára gamalu bóndi var inni á gólvinum á Norðlýsinum fyri løtu síðani og segði okkum, at hann ongantíð á ævi síni hevði upplivað slíkt. Eg sló í gras í gjár og koyrdi tað inn í morgun sum turt hoyggj.
Handlar í Klaksvík hava tikið avleiðingarnar av nógva hitanum og fara at stongja nú frá kl. 13, til teir lata upp aftur kl. 16.
Handlarnir, ið halda "siesta" eru hesir:
KA-KI, ALFA, EL-IN, Eilif Arge, Maskulin, Blitz Foto, Cheap, Lunell, Total, Lafemme og JH-Møblar.

Harleywoodpaint