Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SÍF/Søljan ætlar at spæla í bestu deildini

Jákup Ósá

Okkurt bendur á, at vit fáa eitt nýtt lið í bestu kvinnudeildini til komandi kappingarár.

Nógvar søgur hava gingið um, at SÍF/Søljan úr Sandavági hevur sent umsókn inn til HSF um at sleppa at spæla í bestu kvinnudeildini. Norðlýsið hevur fingið váttað, at so er, men at endalig avgerð ikki er komin enn, um tær sleppa at spæla í bestu deildini.

Har vesturi frá verður eisini upplýst, at Morten Hust Petersen, sum áður m.a. hevur vant Stjørnuna við kvinnum og VÍF við monnum, er settur sum venjari hjá besta kvinnuliðnum. Eisini ljóðar, at ársins málverji hjá kvinnum seinasta kappingar, Kristina Griksaite, skal spæla við SÍF/Søljan. Hon spældi seinasta kappingarár við Kyndil, men býr á Vágoynni.